Um 50 Ár... Lyrics & Tabs by 200

Um 50 Ár...

guitar chords lyrics

200

Album : 200%PlayStop

Um 50 ár fer alt hetta her at vera líkamikið
Tað eru nú liðin 120 ár síðani sjálvstýrisrørslan í Føroyum tók seg upp
Og líka frá byrjan hava vit verið noyddir til at berjast á tveimum hermótum

Ein tann fyrsta orrustan var, at fáa føroyingum føroyskt mál inn í skúlarnar og kirkjurnar í Føroyum
Soleiðis at tey føroysku børnini kundu spyrja, læra og tosa á móðurmálinum
Í staðin fyri at skula og sita og jabba kongarekkjur og tabellir á einum máli, tey onki skiltu av
Tað var so seint sum í 1938, at tað varð komið á mál
eftir drúgva togtogan við mynduleikarnar í Danmark og sambandsmenninar í Føroyum
Og eg kenni ongan føroying, sum heldur vildi havt danskt í skúlanum
Og um 50 ár verða eingir føroyingar sambandsmenn
Tað var heldur ikki í lagi við teimum donsku myndugleikunum, at vit fingu okkara egna flagg.
Ikki fyrr enn Danmark varð hersett av týskinum og vit av bretunum
Fingu føroysk skip forboð ímóti at sigla undir Dannebrog
Stríðið um Merkið
Føroyska flaggið, sum leingi hevði møtt mótstøðu frá dønum og teirra gimpum í Føroyum

Fingu føroysk skip forboð ímóti at sigla undir Dannebrog
Stríðið um Merkið
Føroyska flaggið, sum leingi hevði møtt mótstøðu frá dønum og teirra gimpum í Føroyum
Skuldi nú verða vundið á stong á øllum Føroyskum skipum
Vóru sambandsmenninir fyri? Guð vóru teir ei!
Teir vildu heldur hava okkum at brúka okkurt fyribils flagg
Soleiðis at aftan á kríggið kundi Dannebrog aftur veittra í húnar hátt í Føroyum
Kennir tú nakran føroying í dag, sum ikki er góður við Merkið?
Teir kunnu teljast á einari hond
Og um 50 ár eru ongir føroyingar sambandsmenn
Hvat eru tað fyri fólk, sum koma sær at læra síni børn, at tey ikki eru líka nógv verd sum onnur menniskju,
Sum trútta niður í tey hjálparsloysi og undirlutakenslur
og læra tey at ganga ímóti sínum náttúrligu menniskjansligu instinktum?
Vit eru ikki býttari enn onnur fólkasløg
Vit eru ikki býttari enn onnur fólkasløg
Vit eru ikki býttari enn onnur fólkasløg
Og tað kann ikki vera so ómøguligt at fáa eitt so lítið land sum okkara upp at koyra
Og um 50 ár eru ongir føroyingar sambandsmenn
Um 50 ár verða ongir sambandsmenn eftir
Um 50 ár fer hesin spurningurin ikki longur at skilja okkum
Um 50 ár, tá vit langt síðani eru vorðin sjálvstøðug
Og fólk hava sæð, at tað var ikki so ringt, og vit vóru ikki so skíthamrandi býtt
Og smakkurin av fullveldi ikki var so beiskur hóast alt
Tá fara vit øll allíkavæl at standa øksl móti øksl á Vaglinum á ólavsøku, á tjóðarhátíðini
Og syngja "Tú alfagra land mítt" av heilum hjarta
Og børnini, sum vaksa upp, fara ongantíð at undrast á hví tað man standa "Danmark" og "danskari" í passinum hjá mammu og pápa
Og tá børnini spyrja teir gomlu, fyrrverandi sambandsmenninar, hví teir bóru seg so býttisliga at
Tá fara sambandsmenninir at skammast og kísta børnini út í túnið at spæla
Um 50 ár verða ongir sambandsmenn
Um 50 ár verða ongir sambandsmenn
Um 50 ár verða ongir sambandsmenn
Um 50 ár, so fer alt hetta her at vera líka mikið
Tí um 50 ár fer hesin spurningurin ikki longur at skilja okkum

Like us on Facebook.....
-> Loading Time :0.0043 sec