Tað Stóra Bankaránið Lyrics & Tabs by 200
Tað Stóra Bankaránið
guitar chords lyrics
Tað hevur verið eitt bankarán
Sera væl lagt til rættis
Og teir sluppu avstað við 400 milliónum
Menninir hvurvu líka skjótt, sum teir vóru komnir
Í einum stórum Mercedes
Tað var tað frekasta, eg havi sæð
Teir fóru inn á alljósum degi, baby
Tað var tað stóra bankaránið
Og vit hava eina eftirlýsing
Sjey feitir mans í nýstroknum skjúrtum
Og allir vóru í slipsi uttan ein
Og vit hava sæð teir fyrr
Tað var tað frekasta, eg havi sæð
Teir fóru inn á alljósum degi, baby
Tað stóra landsbankaránið
Tað var tað frekasta, eg havi sæð
Teir fóru inn á alljósum degi, baby
Tað stóra landsbankaránið
Viss tú sært ein tjúkkan mann í flottum klædningi
Alvápnaður við pennum og dokumentmappu
So veitst tú, at hann er ein farligur bankaránari
Sum stjelur tínar súrttjentu skattapengar, baby
Til at fíggja eitt óneyðugt hol á fíggjarlógini
Tað stóra landsbankaránið, yeah